Í Rio, í Reykjavík ella í Havn,
har ekkóar leikarans viðgitna navn,
vit uppliva núið av ovastu rók,
tá fótbóltshýrurin fer uppá kók.
Á gøtunum dreingirnir leika sítt spæl,
og hava sum fyrimynd gjørt egin val,
Rivaldo – Ronaldo, á vongi Cafu,
her búnast teir, sum hava viljan og hug.
Í Rio, í Reykjavík ella í Havn,
har ekkóar leikarans viðgitna navn,
vit uppliva núið av ovastu rók,
tá fótbóltshýrurin fer uppá kók.
Á alheimsins fløtunum vøllur mín lá,
í huga framgyklaði – stjørnurnar sá,
tær búðu í hjørtunum – íblástur mín,
og fluttu hugaheim langt út um sýn.
Í Rio, í Reykjavík ella í Havn,
har ekkóar leikarans viðgitna navn,
vit uppliva núið av ovastu rók,
tá fótbóltshýrurin fer uppá kók.
Hvør dystur á vøllinum álvaran bar,
at vinna við æru – kappingin var,
at stríðast um bóltin og skjóta nógv mál,
vit gingu upp í tað við lívi og sál.
Í Rio, í Reykjavík ella í Havn,
har ekkóar leikarans viðgitna navn,
vit uppliva núið av ovastu rók,
tá fótbóltshýrurin fer uppá kók.
Á gøtunum dreingirnir leika sítt spæl,
og hava sum fyrimynd gjørt egin val,
Rivaldo – Ronaldo, á vongi Cafu,
her búnast teir, sum hava viljan og hug.
Í Rio – í Reykjavík ella í Havn,
har ekkóar leikarans viðgitna navn,
vit uppliva núið av ovastu rók,
tá fótbóltshýrurin fer uppá kók.
HB еще тексты
Оценка текста
Статистика страницы на pesni.guru ▼
Просмотров сегодня: 1