;:Eg eri eitt nummar Eg taki eitt nummar Lív mítt eitt nummar, men einki annað nummar, ið vil geva mær eitt nummar!;:
Hvar enn eg vendi mær, tú eyguni sendir mær. Eg kann ei ferðast frítt í hesu verð. Um tú spyrt meg, hvør eg eri, og eg svari tær sum er: Tú bert minnir meg á, mítt nummar nýtist her.
Identitetur er søga í hesu verð. Eri bert eitt nummar í rúgvuni! Vís títt ID! Vís títt tal! Tú hevur einki annað val! At tú hugsar, hvør tú er, tað líkamikið er.
Nú er summar og tómir lummar. Vin tín bummar, tí kassadamur dummar ikki góðtaka títt nummar!